Skúlablaðið: Nám hevur í eina tíð arbeitt við at dagføra námsætlanir, og við skúlaársbyrjan komu nakrar dagførdar námsætlanir í gildi fyri lærugreinir í fólkaskúla, á yrkisnámi og á gymnasialum miðnámi.
Við íblástri frá okkara grannalondum, 21. aldarførleikunum hjá OECD og eftirmetingum av føroysku námsætlanunum er ein nýggjur námsætlanarleistur skipaður.
Nýggi námsætlanarleisturin er skipaður soleiðis, at fakligu námsætlanirnar eru samanhangandi frá lægsta stigi í fólkaskúla til hægsta stig á miðnámi. Umframt námsætlanirnar fyri ávísu lærugreinirnar eru eisini leiðbeiningar til ymsu stigini og ein yvirskipað støðisnámsætlan.
Yvirskipaða støðisnámsætlanin fevnir um allar lærugreinir og øll stig og hevur tríggjar partar: Virðisgrundarlag, førleikar og meginreglur fyri undirvísing
Samanborið við undanfarnu námsætlanir fevnir støðisnámsætlanin um partarnar “Støðisførleikar” og “At skipa undirvísing”. Hesir partarnir eru dagførdir og tillagaðir, og nakað er lagt afturat, t.d. viðvíkjandi albúgving (almennum dannilsi) og talgildisbúgving (talgildum dannilsi).
Virðisgrundarlagið fevnir m.a. um albúgving, samleika, fólkaræði og skapan.
Albúgving snýr seg um at búgva næmingarnar til samfelagið og heimin. Hugtakið albúgving knýtir seg til samspælið millum kunnleika um veruleikan og fatan av sær sjálvum í hesum veruleikanum. Albúgving kann kallast ein leiðarstjørna í skúlaverkinum, tí hon fatar um sameiningina av einstaklinginum og felagsskapinum. Við luttøku í undirvísingini læra næmingarnir at bera seg millum menniskju og at taka lut í felagsskapinum.
Skúlaverkið hevur stóra ábyrgd, tá tað snýr seg um at albúgva næmingarnar. Lærararnir skulu tryggja, at undirvísingin fer fram í tryggum umhvørvi, har næmingarnir við forvitni og royndum mennast, bæði sum einstaklingar og í felagsskapinum. Albúgving kann sostatt ikki avmarkast til eina máting av fakliga avrikinum ella trivnaðinum hjá tí einstaka næminginum. Við øðrum orðum er tað ikki nóg mikið einans at vita nógv um eitthvørt evni. Taka vit fólkaræði sum dømi, so skulu næmingarnir eisini læra at taka lut í fólkaræðisliga felagsskapinum saman við øðrum menniskjum.
Námsætlanirnar eru skipaðar í førleikamál. Førleikahugtakið er sett saman av hugtøkunum vitan, hegni og førleika.
Sólvá Jónsdóttir, Dorthe Pedersen, Asta Wolles og Emmy S. Joensen hava skrivað. Til ber at lesa alla greinina í Skúlablað nr. 4, 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald