2024-02-16 08:57
Í dag á middegi fær Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, handað eitt tilmæli um nýggja lønar- og eftirlønarskipan til tingfólk.
Løgtingsforkvinnan hevur heitt á arbeiðsbólkin, sum gjørdi eitt slíkt álit í 2018, um at dagføra hetta álitið. Í arbeiðsbólkinum sita Jógvan Amonsson, formaður, Maria á Dul og Gunn Ellefsen.
Álitið verður lagt fram fyri tingfólkum klokkan hálvgun eitt, og klokkan hálvgun tvey verður tíðindafundur í Løgtinginum, har arbeiðsbólkurin leggur fram dagførda álitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald