Innanlands

Leggja fram um Føroya Arena fríggjadagin

Tórshavnar kommuna er komið langt við ætlanunum um stórhøll og hevur nú bjóðað inn til tíðindafund, har arbeiðsbólkurin og samskipararnir fara at greiða frá ætlanunum

2021-10-26 17:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hevur kjakið um stórhøll, ið serliga skal nýtast til altjóða hondbóltsdystir, verið nógv frammi, og arbeitt hevur eisini verið við ætlanum.

Tórshavnar kommuna er nú komið so langt við ætlanunum, at klárt er at leggja tær fram. Í skrivi til fjørmiðlarnar í dag, verður bjóðað inn til tíðindafund um "Føroya Arena", ið verður á Ráðhúsinum seinnapartin fríggjadagin 29. oktober.

Har fer arbeiðsbólkurin við Niels Mortensen, Tummasi Justinussen og Jón Sigurdsson, saman við samskiparunum Dennis Holm og Jógvani Emil Nielsen at leggja fram.

Høllin fer at kosta nakað yvir 200 milliónir, sambært framrokningunum. Føroya Arena verður staðsett í Hoyvík.

Les eisini: Stórhøll skal verða liðug um tvey ár


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder