
Í morgin klokkan 13 verða korona-tilmælini í sambandi við jólahøgtíðina løgd fram.
Á tíðindafundinum luttaka Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, og Bjarni á Steig, heilsufakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum.
Nógv umrøddu tilmælini skuldu eftir ætlan kunngerast fríggjadagin, men tað bleiv útsett til í morgin. Kjakast hevur verið nógv um avmarkingar í náttarlívinum, og tað kann væntast, at nøkur av tilmælunum fara at snúgva seg um nettupp tað. Stjórin í Kommunufelagnum verður við á tíðindafundinum, og tí kann væntast at herd tilmæli um røktar- og ellisheim eisini vera kunngjørd.
Tíðindafundurin verður sendur beinleiðis sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald