
Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at tað hevur gingið væl at smíða neystið, og at tíðarætlanin verður væl fylgd.
- Bygningurin er fyri stóran part smíðaður inni sum elementir – størri bygningslutir, og síðani sett upp á staðnum. Hann er býttur upp í tvey. Eitt neysti, sum ikki er hitað, og síðani eru venjingarhølir, wc- og bað, umframt fundarhøli og uppilhaldsøki í heita partinum.
Tá tað er góðveður, sum tað er nú, verður flag lagt á. Eini 800 m2 av flagi skulu leggjast á, og er tað skorið í Saksunardali, skrivar klaksvik.fo
Myndir: klaksvik.fo
Nýggja kappróðrarneystið, ið verður gjørt til Klaksvíkar Róðrarfelag, er staðsett á útbyggingini á Sandinum. Á byggiplássinum hava staðið 70 plattar av flagi, og ein lítil helmingur er komin uppá. Fyrra lagið verður lagt við grasinum niðureftir, síðani trol ímillum og tað ovaralagi við svørðinum upp.
Grundvíddin á bygninginum er 470 m2 og síðani er ein lítil loftshædd við fundahøli og goymslu á 120 m2. Bygningurin verður hitaður við sjóhitaskipan.
Tað er Malltek, sum hevur høvuðsarbeiðstøkuna, meðan Ósbjørn Jacobsen Arkitekatar hava teknað. Gongst sum ætlað, stendur nýggi bygningurin liðugur í november í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald