2019-08-28 19:50
Arbeiðið við spillvatnsætlanini hjá Vágs kommunu heldur áfram. Nú er farið undir at leggja nýggja spillvatnsleiðing við Hvanndalsá. Higartil hevur frárensl frá einstøkum rottangum runnið út í Hvanndalsá. Við nýggju rørleiðingini fer alt í rør og er hetta í tráð við ætlanina um at fáa áirnar í kommununi reinar fyri spillvatn.
Arbeiðið verður framt av tekniska toyminum hjá Vágs kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald