- Vit hava mist okkara nevndarformansess í fíggjarnevndini, sum er ein smeitur fyri okkum. Samgonguflokkarnir vita at vit skulu hava eina kompensatión. Akkurát um hon skal vera har um tað skal vera okkurt annað.
Tað segði Poul Michelsen, formaður í Framsókn, í Degi & viku fríggjakvøldið. Hann leggur ivaleyst upp til at Framsókn ynskir sær landsstýrissessin í Mentamálaráðnum afturfyri at Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, varð koppað sum forkvinna í fíggjarnevndini.
Orsøkin til hetta var, at løgmaður blakaði Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum. Kristin Michelsen er partur av fíggjarnevndini, og fór í parti við andstøðuni, og sostatt var meirilutin hjá samgonguni burtur.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur verið frammi um nýtt nevndarval soleiðis at formanssessurin í fíggjarnevndini aftur kemur í samgonguna, men eftir øllum at døma verður tað ikki beint nú
- Vit sita og arbeiða við nøkrum málum í løtuni, sum hava størri týdning enn akkurát hatta. Tað eru nakrar tíðarfreistir og nógv mál skulu til hoyringar, og í endanum í hesum mánaðin er tað liðugt, segði Poul Michelsen við Dag & viku fríggjakvøldið.
Men hinvegin er okkurt sum bendir á, at Poul Michelsen vil hava landsstýrisessin í mentamálum avgreiddan skjótt.
- En javnvág í okkara samstarvi skal vera, segði hann.
Og tað kemur í mars mánað, spurdi journalisturin.
- Í mars mánað? Nei tað kemur nú, segði Poul Michelsen.
Framsókn hevur tveir tinglimir á tingi, og hevur longu frammanundan ein landsstýrisess. Poul Michelsen er landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald