2021-12-21 21:30

Sum liður í tillagingararbeiðinum á Bygdaleiðum gevst leið 460 við árslok 2021.
Hesum boðar Strandferðslan frá á heimasíðu sínari. Aðrir møguleikar eru til fólk, ið skulu víðari ymsastaðni:
- Ferðafólk úr Sundalagnum, ið skulu víðari við leið 100 til Vestmanna verða víst til leið 400. Leið 400 fer frá Oyrarbakka kl. 06:40, her er m.a. samband við leið 200 frá Eiði.
Síðani ber til at skifta við Kollfjarðartunnilin, har leið 100 koyrir klokkan 07:10. Eisini er samband vestur í Vágar um somu tíð, skrivar ssl.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald