Á fundi sjálvan Altjóða kvinnudagin 8. mars 2024 skipaði nevndin í Leiðandi Kvinnum í Vinnu seg soleiðis:
Guðrun Poulsen, stjóri í Økisnavn, er forkvinna
Beinta Haraldsen, sjálvstøðug vinnurekandi, næstforkvinna
Ann Jógvansdóttir, stjóri í Júniik, kassameistari
Ingun Nolsøe Olsen, Leiðari á fraktdeildini og frímerkjadeildini á Posta, skrivari
Jenny A. Í Heiðunum, stjóri á Hotel Djurhuus, nevndarlimur
Nýggja nevndin takkar farandi nevndarlimunum, Biritu Samuelsen, Gudny Langgaard og Jónhild Rasmussen, fyri teirra drúgva arbeiði í nevndini.
Leiðandi Kvinnur í Vinnu er eitt netverk við fleiri enn 100 kvinnum í leiðandi størvum í føroyska vinnulívinum. Endamálið er at sparra, ráðgeva og stuðla hvør aðrari innan leiðslu og starvsleið v.m. Harafturat er endamálið at gagnnýta netverkið hjá hvør aðrari og at menna hvørja aðra í starvinum sum stjóri, leiðari, sjálvstøðug ella í ábyrgdarstarvi.
Síðan stovnanina í 2015 hevur felagið skipað fyri nógvum spennandi tiltøkum fyri limirnar, og fleiri eru á skrá fyri framman. Felagið skipar fyri virkisvitjanum kring landið, og spennandi netverkstiltøkum við fakligum íblástri.
Seinni í vár koma limir úr íslendska systirfelagnum KIS til Føroya í sambandi við at tær fylla 10 ár. “Konur í Sjávarútvegi” er íslendska felagið fyri kvinnur í sjóvinnu. Saman við teimum fara tær í LKV á virkisvitjan til Vestmanna og Kvívík at síggja bryggjaríið og nýggju, stórbæru goymsluna hjá Faer Isles Distillery.
Javnstøða er ikki ein sjálvfylgja í føroyska vinnulívinum í dag. Nýggj kanning vísir, at 21% av stjórum og nevndarlimum í føroyskum feløgum eru kvinnur. Enn er langt á mál, og júst tí er tørvur á einum netverki sum LKV.
Við LKV netverkinum kunnu kvinnur sparra og stuðla hvør aðrari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald