Innanlands

Leiðari fyri frítíðarundirvísingina í Sunda kommunu settur

Thordis Dahl Hansen verður sett sum leiðari frá 1. august – Hon er útbúgvin lærari og skúlabókavørður, og fer hon at røkja starvið við síðurnar av sínum dagliga yrki sum lærari á Skúlanum við Streymin

(Mynd: Sunda kommuna)

(Mynd: Sunda kommuna)

2021-07-23 11:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevur góðkent at Thordis Dahl Hansen, verður sett sum leiðari fyri frítíðarundirvísingina í Sunda kommunu. Tað skrivar kommunan á heimasíðuna.

Á býráðsfundi 31. mai samtykti býráðið í Sunda kommunu at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og heita á Uttanríkis- og mentamálaráðið um at góðkenna setan av Thordis Dahl Hansen sum leiðara fyri frítíðarundirvísingina.

Thordis er útbúgvin lærari og skúlabókavørður. Starvið sum leiðari fyri frítíðarundirvísingina er parttíðarstarv, og fer Thordis at røkja starvið við síðurnar av sínum dagliga yrki sum lærari á Skúlanum við Streymin.

Aðaluppgávan hjá leiðarinum er at tryggja at kvøldskúlatilboðið í kommununi mennist, og at lærugreinirnar eru fjølbroyttar og áhugaverdar fyri bæði kyn og allar aldursbólkar, skrivar kommunan.

Thordis verður formliga sett frá 1. august, men hon er longu farin í gongd við at gera skránna og finna undirvísarar til skeiðini. Ætlanin er, at skráin verður liðug um mánaðarskiftið august/september. Tá skráin er liðug verður hon løgd á heimasíðuna hjá kommununi, og faldari verður borin til øll húski í kommununi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder