Politiski leiðarin í Hong Kong, Carrie Lam, hevur nú formelt tikið umstrídda lógarupskotið, sum elvdi til stórar mótmælisgongur í býnum, aftur.
Hesum boðaði hon frá seinnapartin, sambært DR.
Lógaruppskotið, sum hevur elvt til stór mótmælistiltøk í ár, hevði gjørt tað møguligt at handa borgarar til rættarsókn í Kina, har tey ikki hava somu rættartrygd. Eisini hava fólk víst á, at uppskotið er ein roynd hjá Kina at avmarka sjálvsavgerðarrættin hjá Hong Kong.
Um miðjan juni boðaði Carrie Lam frá, at lógaruppskotið varð tikið aftur fyribils. Fáar vikur seinni varð boðað frá, at uppskotið "var deytt". Men Carrie Lam tók tó ongantíð uppskotið formelt aftur.
Tað var eitt av krøvunum hjá mótmælisfólkunum, at lógaruppskotið skuldi takast formelt aftur, og tí varð framvegis skipað fyri mótmælistiltøkum hvørja viku. Eitt annað krav var, at kanningar verða gjørdar av atburðinum hjá løgreglufólkunum mótvegis mótmælisfólkunum. Eisini kravdu tey demokratiskar broytingar av politisku skipanini í Hong Kong.
Men tað er ikki nóg mikið, at lógaruppskotið nú er tikið formelt aftur. Fólk eru enn ónøgd, og tað er ikki lógaruppskotið, sum fyllir mest. Í staðin er tað handfaringin hjá løgregluni av mótmælisfólkunum í Hong Kong, sigur Hong Kong-politikari Michael Tien, sambært tíðindastovuni AP.
Carrie Lam hevur tó boðað frá, at stýrið í Hong Kong ikki ætlar at ganga fleiri av krøvunum hjá mótmælisfólkunum á møti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald