2019-04-30 10:51
Leiðarin av Islamiska Statinum, Abu Bakr al-Baghdadi, hevur fyri fyrstu ferð í fimm ár víst seg alment. Tað gjørdi hann í einari sjónbandaheilsan á Twitter, har hann viðurkennur, at slagið um síðstu IS bastiónina í Sýria, býurin Baghouz, er tapt.
Síðani Islamiski Staturin varð bardur niður hevur verið spekulera um hvar al-Baghdadi hevur uppihildið seg. Mest útbreidda hugsanin er at hann goymir seg í oyðimørkini í Sýria saman við nøkrum fáum loyalum monnum.
Fleiri ferðir fyrr hevur verið sagt at al-Baghdadi er dripin í bumbuálopum. Enn er ikki prógvað, at sjónbandið av al-Baghdadi er ektað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald