10. januar boðaði Pernille Vermund, táverandi forkvinna í danska flokkinum Nye Borgerlige frá, at limirnir í tingbólkinum hjá flokkinum høvdu tikið avgerð um at niðurleggja tingbólkin og at heita á leiðsluna í flokkinum um at avtaka flokkin. Grundgevingin var, at ov nógvir borgarligir flokkar eru á fólkatingi, og at tað er neyðugt at tey borgarligu savnast um færri flokkar.
Síðani hava limir í flokkinum gjørt vart við sína ónøgd við uppskotið um at avtaka flokkin, og møguleiki er framvegis fyri, at flokkurin kann halda fram.
Leiðslan í Nye Borgerlige hevur eftir fund leygardagin avgjørt, at innkalla til eykaaðalfund, har limirnir í flokkinum kunnu taka støðu til málið. Tann fundurin verður einaferð í 2. ársfjórðingi, skriva DR og TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald