Innanlands

Leiðslan við Tjarnir: Tikin á bóli av móttøkuni

Knøpp 8000 fólk tóku sær eina løtu úr kalendaranum og fóru biltúr niðan at síggja høllina, og leiðslan við Tjarnir er ovurfegin um stóru undirtøkuna sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri

2025-02-17 14:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Farni leygarmorgun var ikki sum aðrir leygarmorgnar. Í øllum førum ikki fyri leiðsluna við Tjarnir – tí tá handaði Articon teimum alment lykilin til høllina.

Knøpp 8000 fólk tóku sær eina løtu úr kalendaranum og fóru biltúr niðan at síggja høllina.

- 8000 fólk! Tað kom okkum púrasta dátt við! Vit ovurfegnast um stóru undirtøkuna. Og alt gekk upp á stás! Vit sóu bæði børn og foreldur hugna sær á gólvinum allan dagin, sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri.

Dagurin byrjaði við takkarorðum og brúsandi løgi, og síðan fekk leiðslan handað blómutyssi – og ikki minst lyklatyssi – til nýggju høllina.

- Í morgun trinu vit inn í nýggj kontór og harvið nýggjan kapittul. Enn eru tó onkrir snøklar eftir. Eitt nú er nýggja heimasíðan á gáttini, sigur Regin.

Gerandisdagurin byrjar tó longu at taka skap. Telefonirnar kima í heilum, og fólk úr øllum landinum senda fyrispurningar um at leiga høli til ymisk endamál so sum fund og føðingardag.

- Eg fari at nýta høvið til at takka øllum, sum gjørdu dagin serligan. Vit gleða okkum til komandi tíðina, sigur Regin at enda.

Sí eisini: Myndir: Opið hús við Tjarnir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder