Mentan

Leif Sørensen í Hall of Fame

Leif Sørensen verður mettur at vera slóðarin fyri ta væleydnaðu kollveltingina, sum føroyskur matur og matstovuvinna hava upplivað hesi seinastu árini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-22 17:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski kokkurin, Leif Sørensen, er upptikin í donsku ‘Hall of Fame’ fyri persónligheitir innan matkynstur, gastronomi.

Tað er Den danske Spiseguide, við roynda og kenda matummælaranum, Bent Christensen, sum stendur fyri hesari Hall of Fame.

Í gjárkvøldið vóru nýggir limir tiknir upp í hetta fína selskapið. Tað hendi við ein serligan døgurða á matstovuni Morten’s Kro í Aalborg.

Leif Sørensen verður mettur at vera slóðarin fyri ta væleydnaðu kollveltingina, sum føroyskur matur hevur upplivað hesi seinastu árini.

Leif Sørensen var ein av kokkunum, sum var við til at skriva undir norðurlendska matmanifestið, sum Claus Meyer tók stig til í 2004. Tveir føroyskir kokkar skrivaðu undir – hin var Gundur Fossdal.

Heimkomin til Føroya fór Leif Sørensen undir egið matstovuvirksemi við mati við íblástri frá franska køkinum – nakað, sum føroyingar kanska ikki vóru til reiðar til tá.

Seinni gjørdist hann partur av toyminum á Hotel Føroyum, og tók her stig til eina matstovu av fínari slag, ið gjørdist Koks, sum nú eisini er søga. Tað, sum er hent við føroyskari matgerð, og serliga matstovuvinnuni, síðani Koks byrjaði, er ein sonn kollvelting.

Fimm kokkar vórðu upptiknir í Hall of Fame á tiltakinum í Aalborg í fjør. Hinir eru Claus Henriksen, Nykøbiung Sjælland, Jakob de Neergaard, Søllerød, Paul Cunningham, Korsør og Kenneth Toft-Hansen, Svinkløv.

Leif Sørensen er ikki fyrsti føroyingurin í donsku kokkana heiðurshøll. Jan Restorff, sum andaðist í fjør, varð upptikin í Hall of Fame í 2024. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder