2020-12-18 08:58

Italska farmaskipið Frijsenborg fer næstu tríggjar mánaðirnar at røkja farmaleiðina hjá Norrønu í millum Danmark, Føroyar og Ísland, nú flaggskipið í føroyska flotanum fer í dokk, og verður nútímansgjørt.
Frijsenborg er eitt ro-ro skip bygt í 2016 og er 180 metrar langt.
Norrøna fer aftur í sigling tann 6. mars, og tá verður tað við øktum tali av kabinum og millum annað nýggjari café á dekk 10.
Les eisini: Nú fer Norrøna í dokk
Norrøna fær eina yvirháling
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald