Innanlands

Leigar kajakkir út til ferðafólk í Vestmanna

Jan Haldansen hevur gjørt avtalu við kommununa um leigu av grund at byggja neyst vil kajakkvirksemi

Jan Haldansen og skjótt fráfarandi borgarstjórin í Vestmanna, Bjørg á Rógvi (Mynd: Vestmanna kommuna)

Jan Haldansen og skjótt fráfarandi borgarstjórin í Vestmanna, Bjørg á Rógvi (Mynd: Vestmanna kommuna)

2024-12-19 11:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vestmenningurin, Jan Haldansen, hevur stovnað fyritøkuna Explore Vestmanna by nature. Endamálið við nýggju fyritøkuni er at útleiga kajakkir við meira, skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu síni.

Ætlanin er at skipa fyri royndartúrum fyri bygdarfólkinum longu í vár.

Jan Haldansen sigur, at økið við Jonh’sa handil er so sera væl egnað til kajakkvirksemi, tí har er sandur og lætt at koma í kajakkirnar. Har er heldur ikki so djúpt, so tey sum skulu byrja at rógva kajakk trygt og gott kunnu læra seg inni í hylinum.

Vestmanna kommuna hevur gjørt tveir leigusáttmálar við Jan Haldansen á staðnum.  Annar er ein leigusáttmáli um leigu av neysti í styttri tíðarskeið, so viksemið kann byrja. Hin leigusáttmálin er ein langtíðarsáttmáli um leigu av neystagrund til at byggja neyst til kajakkvirksemið

Jan greiður frá, at ætlanin er at byggja upp eina veiting til ferðafólk í miðstaðnum, og skapa lív aftur í økið, sum kann byggjast út so við og við.

- Vit vilja verða við til at skapa nakað annað her í økinum, og ein møguleika fyri øll sum búgva her og vitjandi. Vit hava nógvar ferðafólkamøguleikar, og er hetta ein møguleiki fyri øll, sigur Jan Haldansen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder