2021-01-11 12:33

Fleiri ætlanir um bygging eru á ella á tekniborðinum í Skálavík.
Tað framgongur av skránni fyri fyrsta býráðsfundin, sum nývalda bygdaráðið heldur hósdagin.
Á fundinum skal kommunustýri taka støðu til eitt mál um at fyrireika øki til 20 nýggj grundstykkir og eitt mál um keyp av øki til 10 nýggj summarhús. Til hetta seinna krevst ein broyting í byggisamtyktini.
Eisini skulu kommunustýrislimirnir viðgera eina umsókn frá felagnum Mark um byggiloyvi til at byggja leigubúðstaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald