Innanlands

Leiguveltur tøkar í Tvøroyrar kommunu

Sum liður í Umhvørvisvikuni á Tvøroyri fer nú at bera til hjá borgarum í Tvøroyrar kommunu at skriva seg upp til eina leiguveltu

Mynd: Kortal.fo

Mynd: Kortal.fo

2021-03-06 09:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

12 veltir eru tøkar undir Heygnum, á matr. nr. 524a og 524c, sum Tvøroyrar kommuna eigur. Ætlanin er, at borgarar skulu hava møguleika til at velta eitthvørt til matna á økinum, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.

– Tað, at velturnar liggja lið um lið ger, at fólk kunnu koma hvørjum øðrum við, samstundis sum okkurt áhugavert fæst burturúr. Velturnar verða uppmerktar og á leið eins stórar. Kommunan syrgir fyri uppmerkingini, meðan leigarin sjálvur tekur sær av veltingini og øðrum neyðugum arbeiði.

Borgarar kunnu søkja um veltu við at skriva til kommununa. Freistin at melda seg til er fríggjadagin 9. apríl klokkan 12.

Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder