Uttanlands

Leikstjórin Joel Schumacher deyður, 80 ára gamal

Verður mintur fyri m.a. at hava leikstjórnað ’The Lost Boys’ og ’Batman Forever’

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-06-23 08:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mánadagin doyði amerikanski filmsleikstjórin, Joel Schumacher, 80 ára gamal.

Hann hevur verið krabbasjúkur í umleið eitt ár, og sambært fráboðan frá umboðsmanninum, svav hann stillisliga inn, skrivar The Guardian.

Joel Schumacher er kendur fyri at hava skapt fleiri stórar filmar, eitt nú ’Batman Forever’ og aðrar vældámdar filmar, so sum 'St. Elmo's Fire', 'The Lost Boys' og 'Falling Down'.

Upprunaliga arbeiddi Joel Schumacher í mótaídnaðinum.

Men í 70’unum gjørdist hann ein partur av filmsídnaðinum sum sniðgevi av leikbúnum fyri Woody Allen.

Í 1976 skrivaði hann sítt fyrsta filmshandrit og í 1981 leikstjórnaði hann fyrsta filmin. Tað var 'The Incredible Shrinking Woman'.

Filmurin 'St. Elmo's Fire', sum hann gjørdi fýra ár seinni var sera væl móttikin, og tað má eisini sigast um ’The Lost Boys’, sum hann gjørdi í 1987.

Fyrst í 1990’unum leikstjórnaði hann ’Flatliners’ og í 1993 gjørdi hann viðurkenda filmin ’Falling Down’ við Michael Douglas í høvuðsleiklutinum.

Í nítiárunum gjørdi Joel Schumacher eisini tveir Batman-filmar: ’Batman Forever’ í 1995 við Val Kilmer sum Batman og Tommy Lee Jones, Jim Carrey og Nicole Kidman í øðrum leiklutum. Filmurin vann meira enn 300 milliónir dollarar.

’Batman & Robin’ kom tvey ár seinni og hevði George Clooney í leiklutinum sum Batman meðan Arnold Schwarzenegger var illmennið. Hesin filmurin var ikki eins væl móttikin og ’Batman Forever’, og Joel Schumacher umbar seg fleiri ferðir fyri fjepparum, sum vóru misnøgdir við filmin.

Joel Schumacher helt fram sum leikstjóri fram til 2013, tá hann leikstjórnaði tveir partar av sera vældámdu sjónvarpsrøðini ’House of Cards’. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder