Innanlands

Leingja helst koronaavmarkingarnar í Danmark

Tíðindafundur verður nú klokkan 19 við millum øðrum Mette Frederiksen. Einki bendir á, at børn sleppa aftur í skúla stutt eftir nýggjár, og at handilsmiðstøðir og aðrir handlar kunnu lata upp aftur, nú talið av innlagdum er vaksandi, eins og kontakttalið er

Magnus Heunicke, ið skrivar at tølini eru ov høg, skal um eina lítla løtu leggja fram og svara uppá spurningar við millum annað Mette Frederiksen, forsætisráðharra (Mynd: EPA)

Magnus Heunicke, ið skrivar at tølini eru ov høg, skal um eina lítla løtu leggja fram og svara uppá spurningar við millum annað Mette Frederiksen, forsætisráðharra (Mynd: EPA)

2020-12-29 17:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta samdøgrið vórðu 2621 nýggir koronatilburðir staðfestir í Danmark. Júst tað talið skilur seg ikki so nógv út í mun til seinastu tíðina, men tað er vaksandi talið av innløgdum og tað hækkaðar kontakttalið, ið vekir stúran í Danmark.

Í hesari vikuni eru 172 fólk innløgd við koronu í Danmark. Samanlagt eru 900 fólk innløgd við smittuni - 128 teirra eru á intensivari deild. 

Magnus Heunicke skrivaði í dag á Twitter, at nýggjasta útrokningin hjá Statens Serum Institut vísti, at kontakttalið er 1,2, og at smittan harvið breiðir seg meira. Tað vil siga, at fyri hvørji 10 ið eru smittaði, verða 12 smittaði afturat. Heilsumálaráðharrin staðfestur, at smittutrýstið er ov høgt, tað eru lutfalsiliga ov nógv av teimum, ið verða kannaði, sum vísa seg at vera positiv, ov nógv verða innløgd og doyggja við smittuni, og at støðan er sera álvarsom.

Leingja avmarkingar - einki strangari gamlaárskvøld

Danmark er á ein hátt "latið aftur" í løtuni. Støðan er líknandi henni í vár: Eingin er í skúla, øll ið kunnu arbeiða heimanfrá gera tað, frisørar, venjingarmiðstøðir o.s.fr hava latið aftur, og tað hava allir handlar, ið ikki eru matvøruhandlar og sum ikki selja heilivág eisini: Matsovur, skeinkistøði, biografar, handilsmiðstøðir o.s.fr.

TV2 skrivar, at á tíðindafundinum sum Mette Frederiksen hevur kallað inn til nú klokkan 18 (19 danska tíð) fer at verða boðað frá, at stjórnin fer at leingja avmarikingarnar í tvær vikur - til 17. januar -, og at Danmark harvið fer at liggja hálvgum lamið helmingin av fyrsta mánaði í 2021.

Tað verður tó ikki roknað við, at tað verða gjørdar fleiri avmarkingar til gamlaárskvøld sjálvt. Tá savnast vanliga fleiri fólk og eru í veistlulagi. Í løtuni kunnu bert 10 fólk savnast, og man skal halda seg til sína "boblu".

Til ber at fylgja við tíðindafundinum á TV2 og DR.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder