Í gjár varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Falkon um at leingja Høganesvegin við 180 metrum. Jóhan Berg, stjóri í Falkon og Súni í Hjøllum, borgarstjóri, undirskrivaðu sáttmálan.
Mynd: nes.fo
Grótið til vegin verður fingið til vega úr lendinum oman fyri verandi veg. Tá ið vegurin er liðugur í august komandi ár, hevur kommunan eitt grundøki á áleið 3000 fermetrar, sum fer at verða boðið út til íbúðarbygging.
Niðan fyri vegin verða átta grundøki til sethús, og hesi verða eftir ætlan sett til sølu fram móti sumri 2025.
Kostnaðurin fyri arbeiðið verður í alt áleið 3.4 milliónir.
Nes kommuna bað um tvey tilboð uppá arbeiðið, og Falkon hevði lægra tilboðið.
- Hendan verkætlanin er enn ein roynd hjá Nes kommunu at skapa karmur fyri fjølbroyttum bústarmøguleikum. Seinastu árini eru fleiri nýgg setuhús bygd í økinum, og fleiri eru ávegis. Fyri stuttum hevur KBH bygt seks randarhús við Høganesvegin.
Nes kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald