Mentan

Leirvík mín bygd – nýtt frá Jóannes Joensen

Tríggir nýggir sangir eru á hesi útgávuni, ið kemur út í dag

2022-03-02 16:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

"Leirvík mín bygd" eitur ein nýggj tónleikaútgáva við trimum sangum, sum Jóannes Joensen í Leirvík syngur.

Jóannes Joensen er eingin ókendur maður í Leirvík. Hann hevur undirhildið og givið tónleik út í nógv ár, og øll í heimbygdini kenna fryntliga mannin, sum altíð er blíður at práta við, tá tú møtir honum á vegnum. 

Umframt sítt virki sum undirhaldari, so hevur Jóannes eina heilt serliga søgu. Hann hevur skizofreni, sum kom til sjóndar eftir, at onkur í loyndum koyrdi rúsevnir í hansara drekkivøru, tá hann arbeiddi sum undirhaldari í Spania.

“Tónleikurin er besti heilivágurin”, sigur Jóannes sjálvur um sína støðu, og um hvat drívur hann áhaldandi at arbeiða við sínum tónleiki. 

Í dag, mikudagin 2. marts, kemur út ein EP útgáva við trimum løgum, sum Jóannes sjálvur hevur skrivað orð og lag til. 

Løgini eita “Eg vil prísa Jesusi”, “Leirvík mín bygd” og “Vit dansa”. 

At taka upp tónleikin hevur Jóannes fingið hjálp frá øðrum kendum leirvíkingum.  Høgni Lisberg hevur staðið fyri upptøkum og framleiðslu, og klaverúrmælingurin Jón Eliassen hevur, umframt at spæla klaver, verið við at lagt tónleikin til rættis. 

Kápumyndin er bygd á mynd av pappírsklippi hjá Kartin Hansen í Leirvík.

Theodor Kapnas hevur ljóðblandað og George Nerantzis hevur masterað. 

Finn nýggju útgávuna her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder