Innanlands

Leirvíkstunnilin stongdur eina løtu

Ein kápul varð loysnaður, men brekið varð umvælt eftir fáum minuttum

2024-03-27 11:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað uppstóð ferðslutøppur uttan fyri Leirvíkstunnilin eina løtu fyrrapartin, tí tunnilin mátti steingjast eina løtu.

Landsverk var tilkallað fyri at kanna ein kápul, sum varð loysnaður undan loftinum, upplýsir vakthavandi hjá løgregluni. Møguliga hevur onkur bilur tikið í okkurt undir loftinum.

Málið varð skjótt avgreitt, og tunnilin varð latin uppaftur fyri ferðslu eftir nøkrum fáum minuttum, upplýsir vakthavandi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder