Uttanlands

Leita aftur eftir Madeleine

Hundar og kavarar kanna vatn í Portugal, 50 kilometrar frá býnum har tá trý ára gamla Madeleine McCann hvarv í 2007. Týsk løgregla hevur ein mann undir illgruna í málinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-05-23 16:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bretsk og portugisisk løgregla hava í dag verið til staðar við eitt vatn í Portugal, umleið 50 kilometrar frá staðnum, tá tann tá trý ára gamla Madeleine McCann hvarv í 2007 í Praia de Luz á suðurstrondini.

Bæði kavarar og politihundar hava luttikið í leitingini, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.

Tað er týsk løgregla sum hevur heitt á sínar portugisisku starvsfelagar at leita í økinum, sum eisini árið at gentan var, varð kannað. Tá vóru leivdir funnir av deyðum djóri.

Týska løgreglan hevur ein týskara undir illgruna í málinum. Hann var í økinum í Portugal tá McCann hvarv.

Maðurin situr frammanundan dóm í Týsklandi fyri valdstøku móti einari 72 amerikanskari kvinnu í Praia de Luz - býurin, har Madeleine hvarv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder