Bjargingarlið leita eftir upp móti 20 fólkum, sum duttu á sjógv, tá ein brúgv í nátt fall saman nærhendis Baltimore í USA. Tað upplýsir CNN sjónvarpsstøðin.
Sløkkiliðið í býnum samstarvar við sjóverjuna um at finna fólk í trupulu umstøðunum, har kavarar leita eftir fólkum. Tað er bæði myrkt og kalt á staðnum, skrivar Ritzau.
- Upp móti 20 fólk og fleiri akfør kunnu vera dottin í Patapsco River, sigur ein talsmaður fyri sløkkiliðið við CNN.
Tað var klokkan 01.30 lokala tíð, 05.30 okkara tíð, at eitt bingjuskip rendi á ein av brúgvastólpunum, og brúgvin fall saman.
Í fyrstu fráboðanunum varð upplýst, at sjey fólk vóru dottin á sjógv, harímillum fleiri, sum arbeiddu á brúnni. Men seinni er talið av fólkum hækkað. Enn er óvist um nakar av teimum saknaðu er funnin.
Sigldi fyri Maersk
Skipafelagið Synergy Marine Group hevur upplýst fyri Reuters, at tað vóru tveir skiparar umborð, tá skipið, Dali, rendi á Scott Key Bridge í nátt. Felagið kann ikki upplýsa hvør orsøkin var til samanstoytin. Ongin av manningini umborð fekk skaða í hendingini.
Skipið skuldi úr Baltimore til Colombo á Sri Lanka. Tað var á veg út úr havnini í Baltimore, tá skipið knappliga skifti kós, og rendi inn í brúnna.
Danska skipafelagið Mærsk váttar fyri donskum miðlum í morgun, at tað hevði chartrað Dali.
- Vit eru skelkað av tí, ið er hent í Baltimore, og okkara tankar fara til øll tey, sum eru rakt, skrivar Maersk í morgun, samstundis sum tey vátta, at Dali er fyribils leigað frá Synergy Group, og at tað er farmur hjá Mærsk, sum skipið siglir við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald