2019-01-28 07:26
            
        
         
                
            Vónirnar um at finna fleiri fólk í rununi eftir at ein vatnbyrging brast í Basili, svinna nú.
Triðja samdøgrið eftir vanlukkuna hava bjargingarfólk funnið 58 lík, men tað er framvegis 305 fólk, sum eru saknað, segði Flavio Godinho, talsmaður fyri brasilsku sivilverjuna, við fjølmiðlar í gjárkvøldið.
Byrgingin, sum námsfelagið Vale eigur, brast fríggjadagin, og stórar vatnmongdir floymdu yvir býin Brumadinho í brasilska landslutinum Minas Gerais.
Stjórin í Vale, Fabio Schvartsman, og guvernørurin í Minas Gerais, Rumeu Zema, søgdu báðir í gjár, at tað neyvan fer at eydnast at finna fleiri fólk á lívi nú.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/01/28/gallery-thumbnail/h54940032.jpg)
(Mynd: EPA) 
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald