Tann 16. januar 2020 skipar ST-felagsskapurin Unicef fyri ráðstevnu í Keypmannahavn, har børn og ung úr øllum Norðurlondum fara at luttaka. Eisini børn og ung úr Føroyum eru boðin við, og í hesum sambandi leitar Mentamálaráðið, Barnabati og Barnanna Umboðsmaður nú eftir børnum og ungum millum 12-16 ár, sum hava hug at luttaka.
Ráðstevnan verður hildin, tí Barnarættindasáttmálin hjá ST fyllir 30 ár. Evnið fyri ráðstevnuni er grein 12 í Barnarættindasáttmálanum um rættin hjá børnum at greiða frá sínum sjónarmiðum í øllum viðurskiftum, sum viðkoma teimum.
Bólkarnir, sum luttaka á ráðstevnuni, skulu í oktober mánað arbeiða við evninum, og koma við tilmæli um, hvussu vit tryggja, at 1. øll børn og ung kenna síni rættindi og 2. at øll børn og ung verða hoyrd og tikin við upp á ráð bæði í familjuni, í skúlanum, í frítíðini og í lokalsamfelagnum.
Tann 16. januar 2020 leggja bólkarnir tilmælini fram á ráðstevnuni í Keypmannahavn.
Bólkurin av føroyskum børnum og ungum fer úr Føroyum tann 15. januar og heim aftur tann 17. januar 2020. Við á ferðini verða tveir vaksnir fylgjarar. Luttakararnir búgva á Globalhagen Hostel. Bæði ferð og uppihald í Keypmannahavn eru ókeypis fyri luttakararnar.
Lesast kann meira um verkætlanina á heimasíðuni hjá Barnabata https://www.barnabati.fo/barnarattindi/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald