Innanlands

Leitaðu eftir seks ára gomlum dreingi í Klaksvík

Drongurin, sum ikki býr í Føroyum, varð skjótt funnin aftur í øllum góðum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-13 08:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár varð leitað eftir einum smádreingi í Klaksvík.

Tað var stutt eftir klokkan hálvgum trý, at løgreglan varð kunnað um, at foreldrini høvdu mist dreingin burtur við Heygabúðina. Tá hevði drongurin verið burtur í eitt korter.

Fólk vóru farin at leita, og klokkan gott trý varð boðað frá, at drongurin varð funnin í øllum góðum við apotekið, og drongurin varð koyrdur aftur til foreldrini.

Talan var um ein seks ára gamlan drong, sum ikki býr í Føroyum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder