Innanlands

Leitaðu sær skjól í skúla í Havn

Løgreglan kom á staðið, og trý fólk vórðu burturvíst

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-07-13 09:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið stutt eftir klokkan seks varð boðað frá, at fólk vóru inni í gamla Venjingarskúlanum í Havn.

Ein persónur ringdi fyrst til húsavørðin sum váttaði, at eingin átti at vera harinni. Húsavørðurin bað viðkomandi boða løgregluni frá og fór sjálvur á staðið.

Tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at trý vaksin fólk vóru inni í skúlanum. Tey høvdu skaffað sær atgongd til bygningin við at flyta eina leysa plátu, sum stóð fyri eitt vindeyga.

Fólkini vórðu burturvíst av staðnum stutt eftir klokkan hálvgum sjey.

Tey høvdu hvørki stolið ella oyðilagt nakað, og vildu helst bert hava eitt stað at vera, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at meira tí ikki verður gjørt við málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder