Innanlands

Leitaðu við lykt eftir fólki at koppseta

Koppsetingarliðið hjá Sjúkrahúsverkinum var á seks útoyggjum í dag. 23 fólk lótu seg koppseta

Koppsetingartoymið umframt tyrlumanning og kringvarpsmanning (Mynd: Sjúkrahúsverkið)

Koppsetingartoymið umframt tyrlumanning og kringvarpsmanning (Mynd: Sjúkrahúsverkið)

2021-08-10 21:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt koppsetingarlið hjá Sjúkrahúsverkinum var í dag á seks útoyggjum og leitaði eftir fólki, sum vildu lata seg koppseta. Í onkrari oyggj vóru tveir persónar koppsettir, og aðrastaðni eitt sindur fleiri.

- Tilboðið um koppseting er fyri øll, og átakið í dag er ein liður í ætlanini hjá Sjúkrahúsverkinum at gera tilboðið atkomuligt hjá øllum, sigur Sjúkrahúsverkið.

Tilsamans 23 fólk tóku av tilboðnum um at verða koppsett, tá koppsetingarliðið vitjaði.

Oyggjarnar liðið vitjaði vóru Fugloy, Svínoy, Skúvoy, Dímun og Mykines.

[object Object](Mynd: Sjúkrahúsverkið)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder