2021-02-25 21:36

Dagføring 22:44: Maðurin er funnin aftur í øllum góðum, sigur løgreglan.
Løgreglan hevur í kvøld sent eftirlýsing út eftir einum manni í Runavík. Hann er farin av Ellis- og Røktarheiminum í Runavík um 19-tíðina.
Hann er 78 ár, uml. 185 cm høgur, tunnur, ílætin myrkan jakka, myrkar arbeiðsbuksur og svartar skógvar við hvítum botni. Vælgongdur og gongur eitt sindur framyvirboygdur.
Løgreglan og bjargingarfelagið í Runavík leita eftir manninum, men um tú hevur sæð hann, ring til politiið á telefon 114.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald