Innanlands

Leitingin einki úrslit givið

Útlitini at finna kvinnuna eru ikki stór

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-10-08 20:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani í gjár fyrrapart hevur verið leitað eftir kvinnuni úr Kina, sum hvarv á Trælanípu í Vágum.

Økið á landi var gjøgnumgingið í gjár, og eisini var leitað við tyrlu og dronum. Men tað gav einki úrslit. Í dag hevur verið leitað á sjónum, men líkindini eru ikki góð.

Veðurlíkindini hava verið vánalig, og tað hevur verið nógvur uppgangur. Um middagsleitið vóru kyrrindi, og tá slapp arbeiðsbáturin hjá Brimli út. Farið var so nær landi sum møguligt, men uttan úrslit, upplýsti vakthavandi á MRCC-støðini fyri útvarpinum klokkan 18.

Er hon farin á sjógv, eru sannlíkindini ikki góð, og útlitini fyri at finna hana á lívið eru sera smá.

Nú tað er blivið myrkt, er Brimil farin norð um Vágoynna at liggja.

Tað var fríggjamorgunin, at eitt útlendskt par var farið út á Trælanípuna – ein kvinna í 30unum úr Kina og ein maður úr Hollandi. Bæði eru búsitandi í Týsklandi. Seinni boðaði maðurin frá, at kona hansara var horvin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder