Innanlands

Leitingin tikin uppaftur í morgun

Kvinnan, sum hvarv í Vágum fríggjamorgunin, er enn ikki funnin

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-10-08 10:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kvinnan, sum hvarv í Vágum fríggjamorgunin, er enn ikki funnin.

Leitingin á sjónum varð tikin uppaftur í morgun, men ikki á landi, upplýsir løgreglan.

Tá Portalurin tosaði við løgregluna í gjárkvøldið, varð upplýst, at størsti parturin av økinum við Trælanípuna, har kvinnan hvarv, er gjøgnumgingið væl og virðiliga, bæði við hundi og bjargingarfólkum, men at einki var funnið, sum hevur týdning fyri málið.

Tað var fríggjamorgunin, at eitt útlendskt par var farið út á Trælanípuna – ein kvinna í 30unum úr Kina og ein maður úr Hollandi. Bæði eru búsitandi í Týsklandi. Seinni boðaði maðurin frá, at kona hansara var horvin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder