2026-09-11 18:02
Tað hongur ikki saman fíggjarliga og tí hava vit valt at steðga virkseminum.
Hetta sigur Hendrik Egholm, ein av eigarunum í fyritøkuni Leitistein í Runavík, við útvarpið seinnapartin.
Leitisstein hevur snarað lyklinum og starvsfólkini eru farin til hús.
Partafelagið Leitisstein fekk nýggjar eigarar í 2023, tá Hendrik Egholm og Rúni Vang Poulsen keyptu gomlu familjufyritøkuna.
Zacharias Leitisstein P/F hevur virkað innan hita, vatn, sanitet og ventilatión síðan 1959, og hevur seinastu árini havt navnið Leitisstein.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald