Í morgun fullu restirnar av Morandi-brúnni í italska býnum Genova. Talan er um brúnna, sum rapaði í fjør, og kostaði 43 fólkum lívið.
Tað var í august mánaði í fjør, at brúgvin rapaði í norðuritalska býnum. Í dag vórðu leivdirnar av brúnni sprongdar niður.
Les: Motorvegabrúgv rapað í Norðuritalia
Eftir vanlukkuna í fjør stóðu tvey torn við brúgarbogum eftir. Tilsamans 4.500 tons av betongi og stáli vórðu í morgun sprongd niður í ánna og í gøturnar, sum føra oman móti ánni.
Fleiri túsund fólk máttu flytast burtur úr býrarpartinum fyri at spreingingin kundi fara fram.
Morandi-brúgvin var ein týðandi ferðsluæðr í Italia. Motorvegsbrúgvin leiddi ferðsluna yvir er metrar oman fyri Genova bý. Ógvusliga vanlukkan í fjør hendi eftir, at tað hevði regnað í fleiri dagar.
Hendingin skapti vreiði mótvegis myndugleikunum, sum fingu skuldina fyri, at tey ikki høvdu gáað eftir, at brúgvin, ið varð bygd í 1967, ikki longur var trygg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald