2019-10-21 19:38
Nú eru í alt 1.142 metrar boraðir í Sandoyartunlinum. Bæði í Traðardali á Sandoynni og á Gomlurætt hevur arbeiðið í farnu viku verið merkt av, at lekar skuldu tettast.
Í Traðardali vóru 45 metrar boraðir, og har eru nú boraðir 818 metrar. Á Gomlurætt vóru 35 metrar boraðir í farnu viku, og har eru nú 324 boraðir.
Sandoyartunnilin verður tilsamans 10.785 metrar langur, og eftir ætlan verður koyrandi í 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald