Fyri løtu síðani boðaði Eysturkommuna frá, at leki er komið á ein oljutanga í Leirvík, og at olja rennur oman í gamla bátahylin.
Hetta kann sjálvandi hava keðiligar ávirkan fyri borgarkar.
Tískil heitir kommunan á borgarar í Leirvík um at kanna oljutangan og at kanna eftir um oljunýtslan brádliga er hækkað munandi.
Sløkkiliðið er á staðnum, men í skrivandi stund er ikki staðfest, hvar lekin kemur frá, skrivar Eysturkommuna.
Borgarar verða bidnir um at boða átaksleiðaranum frá, um nakað óvanligt verður varnast - ella um illgruni er um leka.
Tekin um oljuleka kunnu verða:
- Ein nýtir óvanliga nógva olju, ella brádliga hækkar nýtslan munandi
- Tað luktar av olju uttanfyri ella inni í húsunum hjá tær ella grannanum
- Sjónligir oljublettir eru at síggja í lendinum og til dømis í veitum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald