Innanlands

Leki í skatehøllini á Baccalao

Tíbetur vóru fólk til staðar, ið kundu avmarka skaðan, skrivar Skatefelagið

(Mynd: Skatefelagið)

(Mynd: Skatefelagið)

2021-01-14 09:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skatehøllin í Baccalao-bygninginum á Vestaru bryggju í Havn er stongd fyribils. Hetta tí ein vatnleki var í gjárkvøldið.

Lekin kundi elvt til stóran skaða á skatebreytina, sum sjálvboðin hava bygt upp til stóra gleði fyri nógv ung og eldri, sum dagliga brúka góðu umstøðurnar hjá Skatefelagnum.

Ein av ábyrgdarfólkunum í felagnum, Ólavur S. T. Thorsteinsson, skrivaði soleiðis á Facebook-vangan hjá Skatefelagnum í gjárkvøldið.

“Tað mundi enda heilt galið í kvøld.. Eitt rør í brandslanguni gekk fyri, og vatn hevur fossað út um alla gongina í Skatehøllini. Lukkutíð vóru góð fólk til staðar tá vanlukkan hendi, og fólk fingu sløkt og leitt vatnið vekk frá bæði skate- og klintrihøllini, so líti og einki kom inn til høllirnar. Somu fólk hava brúkt óteljandi tímar íkvøld at tryggja at skaðin gjørdist so lítil sum gjørligt... Mítt hjarta hevur gallopperað síðan eg fekk boðini, og eg havi veri nakað so bangin um, hvat hettar kundi havt við sær. Vit hava bygt ein dreym um skating (serliga innandura) upp í felag, og okkara virksemi blómar. Eg vil geva fólkinum á staðnum eitt inniligt takk frá øllum mínum hjarta. Kvøldið íkvøld kundi veri endin á leiðini fyri menningini, ið skating í Føroyum hevur fingi seinastu árini, men takkað veri tykkum, kunnu vit fortseta á leiðini...”

 

placeholder
placeholder