Um hálvgun tólv tíðina í nátt varð løgreglan gjørd varug við, at tað er farið at leka undan loftinum í Eysturoyartunnlinum.
Tað er rættiliga nógv vatn, sum dryppar niður á koyribreytina á einum stað umleið 600 metrar innan fyri tunnilsmunnan í Hvítanesi.
Løgreglan ávarar tí bilar, sum koma koyrandi suðureftir móti Streymoynni: Umleið 600 metrar frá munnanum kunnu tey uppliva, at lutfalsliga nógv vatn kemur niður á rútin, tó ikki so nógv, at vandi er á ferð.
Løgreglan var á staðnum í nátt, og kundi staðfesta, at talan eftir øllum at døma er um feskvatn. Tey vóru aftur klokkan 4 í morgun, og tá rann við sama lag niður úr loftinum og niður á suðurgangandi koyribreytina.
Tunnilsfelagið er kunnað um lekan og tekur støðu til, hvat víðari skal henda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald