Mentan

Lena Anderssen á føroyskum

"Dugir Tú At Tosa Føroyskt" snýr seg um upplivingar og eygleiðingar tá hon sum næstna 17 ára gomul flutti úr Kanada til Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-10-04 15:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag er fyrsta lagið av komandi føroyskt mæltu útgávuni hjá Lenu Anderssen komið á marknaðin.

Talan er um sangin “Dugir Tú At Tosa Føroyskt”, sum Lena hevur skrivað saman við manninum hjá sær Niclas Johannesen.

“Dugir Tú At Tosa Føroyskt” snýr seg um upplivingar og eygleiðingar, Lena hevði, tá hon sum næstan 17 ára gomul flutti úr Kanada til Føroya og kendi seg heilt fremmanda, hóast sínar føroysku røtur.

Ein stór forðing var tað málsliga. Øll barnaárini – frá tí hon sum trý ára gomul flutti úr Føroyum til Kanada – var enskt tað málið som ráddi í gerandisdegnum, og hun dugdi bert nakrar fáar setningar á føroyskum – og slettis onki á donskum – tá hon møtti fyrsta dagin í studentaskúlanum í Hoydølum.

Tað er Niclas Johannesen, ið hevur framleitt lagið, meðan Óli Poulsen hevur mixað og mastrað.“

Lagið finst á stroymingarpallum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder