Komandi fríggjakvøld skuldu nýggju løgini – “The Airport”, “Aimee” og “State of the Land” – havt ljómað í Syðrugøtu saman við fleiri øðrum væl kendum sangum hjá Lenu Anderssen. Men koronatilmæli og tilráðingar frá politisku myndugleikunum hevur nú forðað fyri hesum, og G! festivalurin er tíverri avlýstur.
Lena og hennara tónleikarar hava tó avgørt at spæla teirra repertoire kortini, júst sama kvøld. Reinsaríið í Havn verður sostatt karmur um eina konsert fríggjakvøldið 16. juli, har til ber at hoyra tey løgini, ætlanin var at spæla, umframt nøkur løg aftrat, nú stundir vera til tað.
Seinasta árið eru trý nýggj løg útgivin, ið eru partur av komandi heildarútgávuni State of the Land, sum kemur út seinni í ár. Løgini hava verið at hoyrt í føroyskum útvarpi, umframt at Lena hevur verið at spæld á BBC í Bretlandi og verið “Artist of the Week” á BBC í Norðurírlandi. Harumframt hava útvarpsstøðir í Sveis, Týsklandi, USA, Kanada og Avstralia og Danmarks Radio eisini spælt hennara nýggja tónleik. Afrat nýggju løgunum fara Lena og hennara bólkur eisini at framføra væl kend løg, sum "Oh My Lady", "Let Your Scars Dance", "Stones In My Pocket" og mong, mong onnur.
Lena hevði, saman við Niclas Johannesen á guitar og Jóhannus á Rógvu Joensen á bassinum, eina væleydnaða konsert á Reinsarínum fyrr í vár. Hesaferð verður tað so við trummum og klaveri aftrat, tí Jósva Debes á trummum og Kim Hansen á klaverinum vera eisini við.
Vegna koronutilmælini er avmarkað atgongd nú fríggjakvøldið 16. juli.
Atgongumerki kunnu keypast á torsgøta.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald