Uttanlands

Lenda á Mars í annaðkvøld

Spenningur áðrenn marslendingina við Perseverance akfarinum hóskvøldið

(Mynd: Nasa)

(Mynd: Nasa)

2021-02-17 17:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógv av heimsins eygum verða vend út móti rúmdini í annaðkvøld tá serliga akfarið við navninum Perseverance - treysti - verður sett niður á gongustjørnuna Mars.

Sambært amerikanska rúmdarstovninum, Nasa, hendir hetta klokkan 20.55 í annaðkvøld.

Fyri nógvar føroyingar verður hetta ein serlig løta, tí føroyingurin David Arge Klevang Pedersen, sum arbeiðir á rúmdardeildini hjá DTU, Danmarks Tekniske Universitet, hevur verið við til at menna hetta serliga akfarið, sum komandi tíðina skal savna inn vitan um gongustjørnuna Mars.

Tað var 30. juli í fjør, at rakettin Atlas V-541 við Perseverance umborð varð skotin út í rúmdina frá Cape Canaveral í Florida.

Kósin varð sett móti Mars og einum goskoppi á gongustjørnuni, kallaður Jezero Crater. Har Perseverance hetta komandi “mars-árið” – tað eru 687 jarðarsamdøgur – skal virka.

Senda beinleiðis
Møguleiki verður at fylgja hendingini, tí fleiri sjónvarpsstøðir fara at senda beinleiðis, tá marslendingin hendir – teirra millum DR2, sum byrjar at senda klokkan 19.

Mest spennandi eru teir sjey minuttirnir tað tekur at fáa sjálvt akfarið sett niður á mars. Hetta tekur sjey minuttir, ein hending, sum longu nú verður kallað “seven minutes of terror”, so stórur er spenningurin.

Ætlanin er hendan:

Klokkan 20:38 verður hylkið, ið skal setast niður á Mars, loyst frá rakettini.

Klokkan 20:48 byrjar ferðin niður gjøgnum atmosferuna á Mars við eini ferð á 19.500 km/t.

Kl. 20:49 er hitin frá friktiónini – gníggingini – so nógvur at hann er komin upp á 1.300 stig Celsius.

Kl. 20.53 verður fallskíggin skotin út. 20 sekund eftir hetta, verður hitaskjøldurin, ið hevur vart hylkið á heita túrinum gjøgnum atmosferuna loyst frá.

Kl. 20.54 verður rovarin – marsakfarið – loyst frá hylkinum saman við “jetpack”-tólunum, ið skulu tryggja lendingina.

Touchdown kl. 20.55
Kl. 20.55 er “touchdown”. Rovarin verður loraður niður á marsyvirflatuna, har hann so kann koyra runt við eini ferð á millum 1,7 og 2,7 kilometrar um tíman.

Sigast skal, at í veruleikanum hendir alt hetta nakað fyrr enn tær ásettu tíðirnar. Hetta tí, at tað tekur upplýsingunum 11 minuttir og 22 sekund at ferðast av Mars og niður á jørðina.

Fyrsta uppgávan hjá Perseverance verður at taka myndir av umhvørvinum og senda tær niður til jørðina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder