Stutt fyri klokkan 17 lendi milliardingurin Richard Branson við fylgi aftur á flogvøllinum Spaceport America í New Mexico.
Á túrinum, sum tók umleið ein tíma, varð flogið 80 kilometrar út í rúmdina við VSS “Unity” hjá Virgin Galactico, sum Richard Branson eigur.
Rúmdarfarið var borið upp av einum stórum flogfari, og tá komið var upp í 15 kilometra hædd, varð “Unity” slept, og farið fleyg síðani sjálvt upp í 80 kilometra hædd, har tað sveimaði eina løtu, áðrenn kósin varð sett móti flogvøllinum aftur.
Richard Branson umborð á Unity (Skíggjamynd)
Hetta er fyrstu ferð at eitt ferðafólk er í rúmdini, og tað er hørð kapping um hetta. Um fáar dagar hevur Amazon ríkmaðurin, Jeff Bezos, planlagt ein túr við sínum rúmdarfarið, New Shephard.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald