Í gjár gjørdist 43 ára gamli Leo Varadkar aftur forsætisráðharri í Írlandi.
Í juni 2020 samdust stjórnarflokkarnir um at deilast um forsætisráðharrasessin. Michael Martin, formaðurin í flokkinum Fianna Fáil hevur verið forsætisráðharri seinastu tvey árini, og í gjár yvirtók Leo Varadkar hjá flokkinum Fine Gael sessin.
Leo varadkar var eisini forsætisráðharri í tíðarskeiðnum 2017 til 2020.
Fianna Fáil og Fine Gael hava skipað stjórn saman við umhvørvisflokkinum The Green Party, og sambært BBC er hetta fyrstu ferð í søguni hjá Írlandi, at eitt slíkt valdsskifti fer fram.
62 ára gamli Michael Martin yvirtekur nú leiklutin sum varaforsætisráðharri og uttanríkismálaráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald