Uttanlands

Leonardo DiCaprio svarar aftur

Leonardo DiCaprio ætlar framvegis at stuðla felagsskapum, ið stríðast fyri at bjarga Amazonas, sigur hann, eftir at brasilski forsetin hevur ákært hann fyri at hava fíggjað skógareldarnar

Leonardo DiCaprio (Mynd: EPA)

Leonardo DiCaprio (Mynd: EPA)

2019-12-01 14:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

- Hesin Leonardo DiCaprio er ein kulur fýrur, ha? Ein, sum letur pening til at seta eld á Amazonas?

Soleiðis segði brasilski forsetin, Jair Bolsonaro m.a. um amerikanska sjónleikaran og umhvørvisverndarmannin, Leonardo DiCaprio, eftir at løgreglan hósdagin handtók fýra sjálvboðin sløkkiliðsfólk, sum løgreglan hevði ákært fyri at hava sett eld á amazonregskógin.

Les eisini: Bolsonaro: Leonardo DiCaprio hevur goldið fyri skógareldarnar

Bolsonaro er komin við nógvum atfinningum móti amerikanska sjónleikaranum. Hann ákærir hann fyri at hava fíggjað eldásetan í Amazonas og fyri at vera partur av einum altjóða átaki móti Brasil.

Leonardo DiCaprio hevur eisini verið sera aktivur í stríðnum móti skógareldunum í Amazonas, og í svari til brasilska forsetan á Instagram sigur hann soleiðis:

- Framtíðin hjá hesum dýrabaru vistskipanum er uppá spæl, og eri eg errin av at stuðla teir felagsskapir, sum verja hesar. Eg ætli mær at halda fram at stuðla brasilska upprunafólkið, lokalu myndugleikarnar, náttúruvísindafólk, undirvísarar og fólk, sum stríðast fyri at bjarga Amazonas fyri Brasil og fyri framtíðina.

Í august lat DiCaprio fimm mió. dollarar (gott 34 mió. krónur) til stríðið móti skógareldunum í Amazonas. Hetta gjørdi hann umvegis umhvørvisfelagsskapin Earth Alliance, sum hann sjálvur hevur verið við til at stovna. Eisini hevur hann stovnað The Leonardo DiCaprio Foundation, sum stuðlar umhvørvisverkætlanir kring heimin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder