2019-02-23 20:58
Fyri løtu síðani varð vinnarin av danska grand prixnum kunngjørdur. Tað gjørdist 20 ára gamla Leonora við sanginum "Love is Forever". Sostatt verður tað hon, ið skal umboða Danmark í altjóða Eurovision sangkappingini, sum í ár verður hildin í Tel Aviv í Ísrael.
Sangurin hjá Leonoru vann við 42 % av atkvøðunum.
Nummar tvey gjørdust Julie og Nina við sanginum "League of Light", tær fingu 35 % av atkvøðunum.
Sigmund Tróndheim gjørdist nummar trý. Sangur hansara, "Say My Name" fekk 23 % prosent av atkvøðunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald