Í februar mánaða verður ein nýggjur táttur at hoyra í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Dagsins yrking, er heitið. Hvønn yrkadag – mánadag til fríggjadag klokkan 12 – verður ein yrking at hoyra í útvarpinum.
Í alt er talan um 20 yrkingar. Tað verða fimm yrkjarar og fimm sjónleikarar, sum fara at lesa uppruna føroyskar yrkingar.
Eitt bókmentaráð hevur skipað fyri og valt út so ymiskt og fjølbroytt sum gjørligt. Í bókmentaráðnum eru Marjun Syderbø Kjelnæs og Bergur Rasmussen fyri Rithøvundafelagið, og fyri Kringvarpið eru Jonna Fritsdóttir Mortensen og Páll Danielsen.
- Sostatt fáa yrkingar nú sítt serstaka pláss í skránni. Vónandi til gleði fyri øll, sigur Kringvarpið í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald