placeholder
Mentan

Lesa søgur fyri børnum í Norðurlandahúsinum

Lisið verður úr barnabókunum 'Klandursskrímsl' og 'Mítt botnlív' leygardagin

2026-05-05 17:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Barnabøkurnar ‘Klandursskrímsl’ og ‘Mítt botnlív verða’ lisnar upp fyri børnum í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum leygardagin 9. mai klokkan 11 og 13.

Sama hvussu gomul vit eru, so er tað altíð hugnaligt at lurta eftir einari góðu søgu saman. Leygardagin bjóða Føroyar Lesa inn til tvær hugnaligar lesiløtur í Norðurlandahúsinum.

Klokkan 11 verður lisið úr ‘Klandursskrímsl’, einari myndabók eftir Rakel Helmsdal, Kalle Güettler og Áslaug Jónsdóttur. Bókin snýr seg um Lítla og Stóra skrímsl, sum ikki kunnu semjast um, hvat teir skulu finna uppá, og sum við sínum trætum leggja upp til eitt prát um vinalag, ósemjur og mátar at vera saman. Tiltakið hóskar seg til børn millum 3 og 5 ár við sínum vaksnum.

Klokkan 13 verður lisið úr ‘Mítt botnlív’ eftir finnlandssvenska rithøvundin og myndabókaskaparan Lindu Bondenstam. Søgan fylgir einum axolotli í einum heimi undir broyting og letur upp fyri samrøðum um umhvørvi, veðurlag og tær broytingar, sum henda í náttúruni rundan um okkum. Søgan er væl egnað til børn millum 7 og 10 ár.

Bæði upplestrartiltøkini eru partur av arbeiðinum hjá Føroyar Lesa við at stimbra lesihug og skapa felagsupplivingar rundan um bókmentir fyri børn og vaksin. Tað er ókeypis at vera við, og tað er ikki neyðugt at melda seg til.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder