
Týsdagin fóru 13 ung fólk, sum lesa tænastubúskap á Glasi Hægri nám, við Atlantic Airways á verkætlanarferð í Gran Canaria. Endamálið við ferðini er, at læra meira um tænastuvinnuna í Gran Canaria.
Tænastuvinnan er høvuðsvinnugrein á Gran Canaria, og á ferðini fara tey lesandi at vitja gistingarhús, matstovur og aðrar fyritøkur, sum fáast við ferðafólk. Hósdagin vóru tey boðin á fund við Concepción Narváez Vega, borgarstjóranum í Maspalomas, og Inés Rodríguez, ráðgeva innan ferðavinnu.
Á fundinum greiddi borgarstjórin frá virkseminum í kommununi, ráðgevi hennara tosaði um ferðavinnuni í Maspalmas og hvussu fyritøkurnar høvdu hórað undan, nú korona hevur rakt sera meint, og eisini tosaði hon um, hvussu tey brynja seg til framtíðina.
Eisini høvdu tey lesandi eina heilsan og eina myndabók við frá Heðin Mortensen borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald